Lekkur appilsinsalat við brokkoli

Vika 13

At brúka:

4 Spsk olivinolja
pipar
1 broccoli
2 appilsinir
2 dl rosinir
1 súrepli
100 gr salat
1 dl hørfræ ella sólsikkukjarnar
100 gr bønuspírar

Soleiðis ger tú:

Sker brokkoli í smáar bukettir og og legg tær í eina skál. Stoyt kókað vatn útyvir brokkoliið, og lat tað standa í ½ minutt. Stoyt síðani vatnið av og skola við ísakøldum vatnið og lat síðani brokkoliið dryppa av. Flys og reinsa appilsinina soleiðis, at ongin hvít hinda er eftir. Sker appilsinina í minni stykkir, og vend rosinunum í. Sker súreplini í smáar terningar. Skola salatina, og lat hana dryppa av.

Rør olivinoljuna saman við eitt sindur av av appilsinsaft og eitt sindur av nýmalnum pipari. Blandað salatina saman við oljudressinginum, og restini av tilfarinum.

Vælgagnist