Valdorfsalat

Vika 13

At nýta:
3 stilkar av blaðselleri, skornir í tunnar skivar
2 súrepli, skorin í smár terningar
150 gr av víndrúum, skornar í hálvar
75 gr av valnøtukjarnum

Dressingur
1 ½ dl av súrróma 18%
½ dl av pískaðum róma
1 tsk av rørsukri
salt og frísktmalið pipar
eitt sindur av sitrónsaft ella súreplaediki

Soleiðis ger tú:
Stoyt kóka vatn omaná valnøturnar og duppa tær turrar. Tað kókaða vatnið tekur beiskleikan úr valnøtuskalinum.

Tak nakrar valnøtur og eitt sindur av blaðselleri til síðis, hetta skal nýtast til pynt.

Blanda valnøturnar, súreplaterningarnar, selleri og víndrúurnar saman í eina skál.

Ger dressingin og smakka hann til við sukri, salti, pipari og sitrónsaft ella ediki. Blandað dressingin saman við salatini. Pynta við valnøtunum og sellerinum, ið tú tók til síðis