Gamalslig peruterta

Vika 13

At brúka:
Deiggj
200 gr hveitimjøl
100 kalt smør
1 knsp av salti
½ dl rørsukur
1 dl kalt vatn

Fylla
200 gr mascarpone
uml 6 perur
smørstykki og sukur

Soleiðis ger tú:
Koyr alt tilfarið til deiggið í eina rørimaskinu, og rør tað saman til eitt samanhangandi deiggj. Pressa deiggið í ein smurdan tertuform, og forbakað í ovninum á 185 gr, í uml 8-10 min.

Smyr mascarpone á tertubotnin, tá ið hann er kølnaður. Skola og sker perurnar í helvt, og tak kjarnurnar úr. Sker perurnar í tunnar skivar, og legg tær sum eitt lok á tertubotnin. Legg smørstykkið omaná og stroy við sukri