Spískálsalat við jarðber og súreplum

Vika 13

At gera:

½ spískál
1 súrepli
1 hond av mandlum
2 spsk av rosinum
½ bakka av jarðber
½ tsk av dijonsinnopi
1 tsk av agavesiroppi
½ av olivinolju
Maldonsalt og frísktmalnum pipari
Persillu til pynt

Soleiðis ger tú:
Dressingur

Rør sinnop og siroppi saman, og rør síðani oljuna í, eitt sindur ísenn. Smakka til við salti og pipari.

Hakka mandlurnar groft og rista tær gyltar á pannuni uttan feitt.

Sker spískálið í tunnar strimlar og sker súreplið og jarðber í minni petti.

Legg spískálið á eitt fat, og koyr súreplini, jarðber og rosinurnar omaná.

Stroy helvtina av dressinginum omaná. Stroy síðani mandlurnar og persilluna omaná.

Borðreið restina av dressinginum afturvið