Trifla við klementinum og súreplum

Vika 16

(4 portiónsgløs)

At brúka:
150 gr av skornum súreplum ella perum
150 gr av klementum skornar í minni petti
Músli ella havragrýn
1 tsk av vaniljusukri
50 gr av yogurt (tað er best at nýta græsk yogurt, men kann eisini brúka vanligt yogurt naturel ella skyr)
½ sitrón – saft og rivið skal

Soleiðis ger tú:
Sker súreplini og klementinirnar í minni stykkir og kóka síðani til ein grovan kompot. Rør í og koyr eitt sindur av vatni og sukkuri í, eftir ynski.

Smakka fruktkompottin til og lat kølna eina løtu.

Um tú ynskir at brúka havragrýn:
Koyr havragrýnið í ovnin á 200 gr, í einum eldafastum fati, í umleið 15 min. Rør viðhvørt.

Blanda eitt sindur av vaniljusukkuri í fruktkompottin, saman við eitt sindur av jogurti.

Soleiðis ger tú trifluna
Byrja við at koyra eina spsk av kompottið í glasið, legg eitt sindur av havragrýnið ella músli omaná, og so aftur eitt sindur av kompot aftrat og til síðst koyrir tú eitt sindur av jogurti omaná

Prei:
Tað smakkar væl at koyra hakkaðar mandlur ella nøtir omaná.